Innanlands

- Sambandsflokkurin hevur ikki hug til at gera málið um cpr-nummur til eitt mál við Tjóðveldi

Tað sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

2018-09-14 18:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

"Hvat skal mann gera fyri at øsa tjóðveldisfólk? Jú, hví ikki skjóta upp at geva øllum føroyskum nýføðingum danskt persónsnummar? Tað man fara at fáa øði í grindina".

Soleiðis skrivaði Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, í lesarabrævi í dag.

Formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður Nielsen, finnst at hesari orðingini.

"Sambandsflokkurin hevur ikki hug til, at gera málið um cpr-nummur til eitt mál við Tjóðveldi. Hetta hevur í grundini einki við Tjóðveldi at gera," er viðmerkingin hjá Bárða Nielsen.

"Vit vilja fegin hava, at føroyingar kunnu brúka donsk cpr-nummur, soleiðis at sjúklingar, lesandi og onnur fáa nógv greiðari mannagongdir og lættari við at flyta seg, eitt nú til Danmarkar. 

"Í hesum talgildu tíðum, har borgarin vil avgreiða síni viðurskifti skjótt og smidligt – hava vit ikki brúk fyri óneyðugum seinkandi forðingum. Vit skulu brúka teir fyrimunir, vit hava í Ríkisfelagsskapinum, eisini á hesum økinum," sigur Bárður Nielsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder