Innanlands

Bjørt Samuelsen: - Grov brot á grindalógina og djóraverndarlógina framd

Tingkvinnan hjá Tjóðveldi finst nú eisini at nógv umrødda springaradrápinum fyrr í vikuni

Bjørt Samuelsen

Bjørt Samuelsen

2018-09-14 20:16 Author image
Sverri Egholm

- Eingin, sum hevur sæð myndirnar frá springaradrápinum í vikuni kann vera í iva um, at har henda grov brot á bæði grindalóg og djóraverndarlóg (bæði gomlu og nýggju).

- Og tá ber ikki til bara at yppa øksl. Vit kunnu ikki ignorera vandan fyri handilsboykottum, geva vit heiminum ta skeivu fatan, at vit eru primitivir barbarar, sigur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, í lesarabrævi í dag.

Hon heldur, at vit eiga at dokumentera at veiðan er burðardygg, verður framd uttan óneyðuga djórapínslu, og at brot á hetta verður tikið í allar størsta álvara.

- Fylgja vit hesum, dugi eg ikki at síggja nakað argument fyri at lata vera við at veiða springarar, eins og vit veiða grind og annað havtilfeingi. 

Taka vit ikki hetta í allar størsta álvara, so undirgrava vit okkara egnu framtíð sum veiðitjóð, skrivar Bjørt Samuelsen.

placeholder
placeholder