Innanlands

- Tað almenna er størsta grundin til at bústaðir mangla

Tað privata skal fáa somu treytir fyri bústaðarbygging sum tað almenna, so bústaðartrotið verður loyst, sigur Jørgen Niclasen

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2018-09-19 16:31 Author image
Oda Strøm
placeholder

Fólkaflokkurin hevur nú lagt fram uppskot til samtyktar um at javnseta privata og almenna bústaðarbygging, so at ferð kann koma á at loysa bústaðarneyðina. 

Sama uppskot varð lagt fram í vár, men tað datt burtur, tí tað var enn í nevnd, tá Løgtingið fór í summarfrí og slapp tí ikki til atkvøðugreiðslu í Løgtinginum. 

Fólkaflokkurin sigur í uppskotinum, at almenna felagið Bústaðir hevur munandi betri kappingartreytir enn tað privata.

- Landsstýrið hevur hug at finnast at privatum, tá tað heldur átti at tryggjað javnar kappingartreytir fyri at tryggja, at verulig ferð kemur á bygging av leigubústøðum. Vit vilja øll fáa fleiri leigubústaðir. Men tað almenna er ein stór forðing fyri meirbygging, sigur Jørgen Niclasen vegna Fólkaflokkin.

Jørgen Niclasen sigur, at av tí at Bústaðir hevur so nógvar fyrimunir fram um privat hendir so lítið, tí kappingin er ójøvn.

- Bústaðir fær ókeypis grundøki frá kommunum, meðan privat mugu rinda fyri grundøki. Í Tórshavn tosa vit um milliónir fyri grundøki. Bústaðir hevur almennar pengar og hevur við í síni útrokning av leigu, at 70% av byggikostnaðinum skulu forrentast yvir 30 ár. Tað merkir, at 30% av kostnaðinum ikki skulu forrentast í 30 ár, sigur Jørgen Niclasen.

- Latið okkum taka eitt dømi frá í vár um aktuella bygging av lestrarbústøðum: Finsen. Tórshavnar Kommuna hevur latið grundøkið og bygningin fyri 1 krónu. Harafturat hevur kommunan bundið seg til at rinda uml. 16 mió. kr. fyri klimaskerm við meira. Bústaðir sleppur harumframt undan at forrenta 30% av kostnaðinum, tí tað ger almenni pengakassin. Í Marknagili hevur sp/f Mark bygt lestraríbúðir. Felagið hevur rindað milliónir kr. fyri grundøki og planering. Eingin stuðul frá kommununi og landið rindar ikki tey 30% av kostnaðinum, sum landið ger fyri Bústaðir. Ein privatur má jú rinda kostnaðin, og tað er bara leigarin at senda rokningina til. Almenna Bústaðir kann í staðin undirbjóða leiguprísin, og tað gera tey, sigur Jørgen Niclasen vegna Fólkaflokkin í uppskotinum. 

Floksformaðurin heldur, at søgan hevur prógvað, at privat duga betur enn tað almenna.

- Tað almenna er, við Bústøðum, størsta grundin til, at bústaðir vanta. 

Les uppskotið frá Fólkaflokkinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder