Innanlands

Stór venjing á flogvøllinum: Brandbilur stóð fastur

Royndu at fáa hann uppaftur, men tað var ikki so lætt

Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo

Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo

2018-09-19 23:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stóra venjingin Tjaldur 2018 hjá Vága Floghavn byrjaði klokkan 16:25 seinnapartin og um 20 tíðina í kvøld varð hon av.

Undir venjingini koyrdi annar av stóru brandbilunum hjá Vága Floghavn av vegnum og stóð fastur í móru. Roynt var at fáa bilin uppaftur, men tað eydnaðist ikki undir venjingini.

Tilbúgvingarvenjingin skuldi ímynda at eitt flogfar hjá Atlantsflog var dottið niður beint við eystaru síðuna av flogbreytini, móti Leitisvatni. Bilvrak lógu ymsastaðni í økinum eins og ung fólk spældu ferðafólk, sum vóru komin illa fyri.

Sum skilst gekk venjingin annars væl, og nú fara luttakandi partarnir at eftirmeta venjingina.

Jn.fo hevur fleiri myndir frá venjingini

Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder