Innanlands

Fámjinstunnilin elvir til rumbul í Javnaðarflokkinum

Henrik Old góðtekur ikki at farið verður aftur um bakið á sær

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-20 20:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgmaður boðaði á fundi í Javnaðarflokkinum í gjár frá, at samgongan hevur tikið avgerð um, at Dalstunnilin skal gerast áðrenn Fámjinstunnilin. Tað visti Kringvarpið seinnapartin.

Hetta var annars ikki tað, sum landsstýrismaðurin á økinum og partamaðurin hjá Akseli V. Johannesen, Henrik Old, ætlaði.

Eg hevði illgruna um hetta, sigur Henrik Old

Hann ætlaði at arbeiðið skuldi fara í gongd heilt skjótt, og verða liðugt móti jólum næsta ár. Nú verður tað ikki fyrr enn einaferð, sigur Henrik Old.

- Eg havi upplivað mangt í politikki, men eg góðtaki ikki at fólk fara aftur um bakið á mær í fíggjarnevndini. Eg hevði illgruna um hetta, sigur Henrik Old við Kringvarpið.

Henrik Old hevði givið Landsverki boð um at fara undir Fámjinstunnilin, men nú eru boðini eini heilt onnur. Hesaferð frá løgmanni.

Tá borgarstjórin í Fámjin fekk boðini um, at Fámjinstunnilin ikki verður gjørdur nú, valdi hann at fara úr nevndini í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag. 

- Eg kann ikki sita í einari nevnd, sum umboðar ein flokk sum ger hatta har móti bygdini, eg búgvi í. Tað kann eg ikki, sigur Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjins kommunu, við Kringvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder