Mentan

Húsagarður farin í søguna

Í sambandi við, at Smyril Line skal byggja hotel á økinum, eru húsini nú tikin niður

Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto

Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto

2018-09-21 12:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Gamli Húsagarður, ið hevur staðið við R. C. Effersøesgøtu er nú farin í søguna.

Húsini eru tikin niður í sambandi við, at Smyril Line skal byggja eitt hotel á staðnum.

Friðingarsak varð reist um Húsagarð, men sambært einari fornfrøðisligari kanning, sum Tjóðsavnið gjørdi, høvdu húsini ikki nóg nógv listarligt ella søguligt virði eftir, til at tey kundu friðast. Sambært KVF var málið viðgjørt í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, og niðurstøðan var tann, at Húsagarður ikki skuldi varðveitast.

Sambært Tjóðsavninum vóru broytingar fleiri ferðir gjørdar í húsinum, og tí var ov lítið eftir av upprunahúsinum til, at tey vóru verd at varðveita.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder