Innanlands

Málið um tíðindaleiðaran: Ógreitt nær málið fær ein enda

Fyri aðru ferð er freistin hjá Liljuni Weihe at svara, um hon vil hava nýtt starv í Kringvarpinum, longd

Liljan Weihe (Savnsmynd)

Liljan Weihe (Savnsmynd)

2018-09-21 12:58 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Síðsta fríggjadag skrivaðu vit, at freistin hjá Liljuni Weihe at svara, um hon tekur av tilboðnum um nýtt starv hjá Kringvarpinum, varð útsett til í dag. Men nú er freistin aftur longd. 

Kári Sólstein, stjóri í Kringvarpinum, sigur enn, at hann ikki vil úttala seg um málið. Hann hevur allatíð sagt, at hetta er eitt starvsfólkamál, og at hann ikki vil úttala seg um starvsfólkamál sum heild. 

Men sum skilst er orsøkin til, at freistin aftur er útsett, at fyrrverandi tíðindaleiðarin í Kringvarpinum ikki hevur fingið nøktandi innlit í, hvat starvið snýr seg um. Tí skal innlit fyrst gevast, áðrenn Liljan Weihe hevur nøktandi upplýsingar til at svara Kringvarpinum. 

Um tíðindaleiðarin velur ikki at taka av starvstilboðnum frá Kringvarpinum, verður hon uppsøgd. 

Málið í Kringvarpinum um fyrrverandi tíðindaleiðaran sær tó ikki út til at fáa ein enda í nærmastu framtíð. Tað er óvíst nær freistin at svara ætlanarskrivinum frá Kringvarpinum er, tí er í veruleikanum ógjørligt at siga, nær ein endi fæst á málinum. 

Les eisini: Liljan hevur fingið bjóðað akademiskt starv í Kringvarpinum 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder