Innanlands

Vandamikið at koyra í Gøtudali í løtuni

Landsverk boðar frá, at olja er á vegnum við Magn støðina í Gøtudali, og tí er vandamikið at koyra á staðnum

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-09-25 11:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

"Landsverk boðar frá, at olja er á vegnum í Gøtudali við Magn støðina. Tað er vandamikið at koyra á staðnum, og landsverk heitir á bilførarar um at verða ansnir. Landsverk er við at rudda vegin".

Soleiðis skrivar løgreglan á Facebook.

Vakthavandi á politistøðini veit ikki hvussu langt strekki talan er um, men bilførarar mugu ansa sær, tá teir koyra í Gøtudali, sigur hann.

Landsverk er í ferð við at rudda vegin, og boðar væntandi frá so skjótt sum vegurin er ruddaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder