Uttanlands

Forsætisráðharri hevur barn sítt við á ST-aðalfund

Jacinda Ardern, forsætisráðharri í Nýsælandi, hevur mannin og lítlu dóttrina, Neve, við á fund í New York

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-09-25 13:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aðalfundur hjá ST er í New York í hesum døgum. Við á fundinum er Neve, tríggjar mánaðar gamla dóttirin hjá Jacinda Ardern, forsætisráðharra í Nýsælandi.

Sostatt er 37 ára gamla Jacinda Ardern fyrsti kvinnuligi statsleiðarin, sum hevur pinkubarn sítt við á ST-fund, skrivar DR.

Jacinda Ardern hevur verið forsætisráðharri síðan 17. oktober í fjør, bert fáar dagar eftir, at hon fann útav, at hon var við barn.

Jacinda Ardern hevur mann sín, Clarke Gayford, við, og ansar hann eftir lítlu Neve.

Jacinda Ardern greiðir frá, at tað var ein praktisk avgerð at hava dóttrina við, tí at hon enn gevur bróst. Hon greiðir eisini frá, at hon sjálv hevur goldið fyri, at maður hennara kundi koma við á fundin.

Meðan Jacinda Ardern arbeiðir, ansar maðurin eftir dóttrini.

Tá hon boðaði alment frá, at hon var við barn, vóru fleiri, sum vóru skeptisk, men til tað svaraði hon:

"Eg eri ikki fyrsta kvinnan, sum dugur at gera fleiri ting í senn, og eg eri ikki fyrsta kvinnan, sum arbeiðir, meðan hon er við barn".

Jacinda Ardern er eisini fyrsti kvinnuligi statsleiðarin, sum hevur verið í barnsburðarfarloyvi, og bert seinni kvinnuligi statsleiðarin, sum hevur átt eitt barn, meðan hon hevur sitið við valdið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder