placeholder
Innanlands

Eldsbruni í Klaksvík

Løgreglan hevur fingið fráboðan um eldsbruna, men fær einki sagt um atvold ella alvor enn

2018-09-25 17:47 Author image
Oda Strøm
placeholder

Løgreglan fekk klokkan 17:35 fráboðan um eldsbruna í Klaksvík. 

- Sløkkiliðsmenn eru á veg á staðið, og eg havi enn onga afturmelding fingið, tí vit eru enn í “kaosfasuni” - so tað ber ikki til hjá mær at veita nakra kunning um eldsbrunan enn, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini. 

Eldurin er sum skilst í Kommunubrekku 8 í Klaksvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder