Uttanlands

Listaverk selt fyri 8,9 mió. kr. – oyðilegði seg sjálvt

Keyparar fingu ein hvøkk, tá listaverk eftir kenda lsitamanninum Banksy oyðilegði seg sjálvt í tí at tað var selt til uppboðssølu

2018-10-09 09:07 Author image
Ari av Rana
placeholder

Málningurin “Girl with a Baloon” eftir kenda bretska gøtulistamanninum og øsingarmanninum Banksy, var fyri stuttum selt fyri 8,9 mió. kr.  á uppboðssølu hjá Sotheby’s í London. Men fólkið í uppboðssøluhúsinum fingu ein hvøkk, tá málningurin oyðilegði seg sjálvan í tí at hann var seldur.

Tað eingin visti, var at Banksy, sum eingin kennir samleikan hjá, hevði bygt ein makulatur í rammuna, sum vrakaði málningin í tí at hann var seldur.

Banksy legði eitt sjónband út á sín Instagram vanga, har hann hevði tikið hendingina upp. Til sjónbandið hevur hann viðmerkt “Going, going, gone”.

Financial Times skrivar, at Sotheby’s nú tosar við keyparan um hvat tey skulu gera burturúr hendingini.

Fleiri listaserfrøðingar eru samdir um, at hetta er júst tað, sum Banksy er kendur fyri, og at virði á hansara listaverkum uttan iva fer at vaksa í virði eftir hesa hendingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder