Innanlands

Kvinna skuldsett fyri harðskap

Løgreglan varð fráboðað, tá tað kom til ilnar millum eini hjún í gjárkvøldið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2018-10-10 06:55 Author image
Ingi Samuelsen

Tað kom til ilnar millum eini hjún í gjárkvøldið, og tvístøðan gjørdist so mikið ógvuslig, at løgreglan mátti kallast.

Hendingin endaði við, at ein persónur nú verður skuldsettur fyri harðskap sambært revsilógini.

Vakthavandi á løgreglustøðini er ikki so sinnaður at koma nærri inn á staklutirnar í hendingini, men tá vit spyrja, um tað var maðurin í hjúnalagnum, sum varð skuldsettur, svarar vakthavandi.

- Nei, hesaferð var tað maðurin, ið var tann órættaði.

Hendingin fór fram í eini bygd á Streymoynni, uttan fyri Havnina.

 

placeholder
placeholder