Innanlands

Jórun fortelur um sín samdøgursstovn í Danmark

Setti á stovn heim fyri børn við avbjóðingum fyri 30 árum síðani

Jórun fortelur um sín samdøgursstovn í Danmark

Jórun Magnussen

2018-10-10 10:31 Author image
Tíðindaskriv

Í annaðkvøld, hóskvøldið, verður fyrilestur í Smæruni í Havn om Home í Hundsted, sum er ein samdøgursstovnur fyri ung við ymsum avbjóðingum.

Føroyska Jórun Magnussen setti hetta heimið á stovn fyri 30 árum síðani. Í Smæruni fer Jórum at greiða frá um lív sítt og um verkætlanina “Home”. Umframt Jóruna eru maður hennara Klaus við, starvsfólk og ung eisi… Millum starvsfólkini er ein onnur Jórun, Jórun Nielsen, sum er føroysk og sum hevur fingið hesa ferðina í lag

Jórun er dóttur Anfinn Magnussen, ættaður av Eiði og Malan Simonsen, ættað úr Fugloy, búsitandi í Hundested.  

“Home” varð sett á stovn við tí endamáli at bjóða eitt tilboð til ung, har teirra ynski og tørvir vórðu sett í fokus. Ynskiligt var frá byrjan at skapa eitt heim har tey ungu eru trygg, føla seg møttan og sæddan við sínum avbjóðingum og har tey hava kensluna av at búgva í einum heimi, sum ikki er merkt av eini stovnsmentan við vaktarskipanum, skiftum o. ø.

Jórun og maður hennara Klaus búgva og arbeiða framvegis har.

Við tíðini eru tey upprunaligu virðini, sum Home byggir á vorðið til eitt serligt virðisgrundarlag, sum vísir seg at hava sera góðar royndir og ber ávøkst. 

Varandi relatiónir til fleiri “Home-børn” er veruleiki og fleiri av teimum sum hava búð og síðani eru flutt frá stovninum, hava følt seg enn betur klæddan til at megna lívsins avbjóðingar. 

Fleiri ára royndir, saman við fakliga dugnaligum starvsfólki ger at okkara arbeiði eydnast,  umframt saman við menniskjaligum virðum, fyrimyndum og hugsjónum. Vit leggja stóran dent á struktur, forútsigiligtheit, tryggleika, nærveru og góðar uppbyggjandi relatiónir. 

Sí meir á www.homely.nu 

 

placeholder
placeholder