Innanlands

Haps og Essabarr nýggjan stjóra

Rógvi Mikkelsen settur sum stjóri í Haps og Essabarr. Vit vilja lyfta okkum upp á næsta stig og menna bæði vøruúrvalið og tænastustøðið, verður sagt

Haps og Essabarr nýggjan stjóra

Rógvi Mikkelsen

2018-10-10 11:05 Author image
Sverri Egholm

Felagið, sum eigur og rekur Haps og Essabarr í Havn, hevur fyri stuttum sett Rógva Mikkelsen sum stjóra í felagnum.

- Vit vilja lyfta okkum upp á næsta stig og menna bæði vøruúrvalið og tænastustøðið. Vit halda, at Rógvi er tann rætti til uppgávuna,” sigur Sigmund Mikkelsen, sum er partaeigari.

Rógvi Mikkelsen hevur seinastu tíðina starvast sum rakstrarleiðari hjá Royal Golf & Conference Center í Keypmannahavn, og hann hevur eisini arbeitt í matstovuvinnuni í nógv ár. Rógvi er útbúgvin á Copenhagen Business School og hevur tí røttu førleikarnar at betra vøruúrvalið og tænastuna, sum skal veitast gestunum.

- Seinastu vikurnar havi eg sett meg inn í virksemið og mannagongdirnar, og eg eri samstundis komin at kenna starvsfólkini. Eg havi havt nógvar samrøður við bæði starvsfólk og gestir fyri at vita, hvussu vit kunnu menna okkum. Tað hava vit eina greiðari fatan av nú, og vit fara í holt við uppgávuna beinanvegin, sigur Rógvi Mikkelsen.

- Eg eri ómetaliga spentur at sleppa í gongd, og eg eri eisini sera bjartskygdur um framtíðina. Vit hava sera góð starvsfólk, og saman skulu vit røkka málinum at veita gestunum bestu tænastu og vøru, sigur nýggi stjórin.

Burgarabarrin Haps lat upp á ólavsøku í 2017 og heldur til í bygninginum hjá Havnar Klubba. Essabarr lat upp fyrst í mai í umvældu hølunum har Café Natúr helt til. Essabarr bjóðar millum annað mat, bronsj, kaffi og kokkteylar.

placeholder
placeholder