Innanlands

Verkhúsið Stíggjur fylti 25 ár

Verkhúsið Stíggjur er ætlað borgarum, ið bera likamligt ella sálarligt brek, og sum ikki kunnu røkja arbeiði á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum

2018-10-10 18:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í samband við at Verkhúsið Stíggjur er vorðið 25 ár, var hátíðarhald í Verkhúsinum Stíggjur í gjár.

Nógv var gjørt burturúr - hølini vóru pyntaði og alskyns matur og drekkjuvørur vóru at fáa. Eisini vóru fleiri røður hildnar til hátíðarløtuna. Fyrst helt Poulina Johannesen, leiðari á Verkhúsinum Stíggjur, røðu, har hon hugleiddi um hesi 25 árini á Verkhúsinum Stíggjur. Síðani helt stjórin á Almannaverkinum, Edvard Heen, eina røðu, áðrenn Elvin Weihe, brúkari av Verkhúsinum Stíggjur, fekk orðið. Elvin helt eina sera góða røðu um lívið á og uttan fyri Verkhúsið Stíggjur.
Torbjørn Jacobsen, borgarstjórið í Runavíkar kommunu og Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi og fyrrverandi løgmaður, søgdu eisini nøkur orð um týdning av Verkhúsinum Stíggjur, áðrenn Beinir Troest Rasmussen sang nakrar sangir.

Nógv fólk møttu at hátíðarhalda dagin saman við starvsfólkunum og brúkarunum av Verkhúsinum Stíggjur. Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, var eisini til hátíðarløtuna, har hann fekk heilsa upp á fleiri av brúkarunum av Verkhúsinum Stíggjur.

Nakrar myndir frá hátíðarløtuni eru at síggja í myndasavninum hjá Sjóvar kommunu.

Verkhúsið Stíggjur er ætlað borgarum, ið bera likamligt ella sálarligt brek, og sum ikki kunnu røkja arbeiði á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum. Verkhúsið hevur til endamáls at stuðla og menna hvønn einstakan soleiðis, at øll fáa møguleika at brúka síni evni og menna sínar førleikar og hervið fáa ein innihaldsríkan gerandisdag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder