Innanlands

ABC á breddanum í barnagørðunum

Klaksvíkar kommuna ger nógv burtur ABC døgunum

ABC á breddanum í barnagørðunum

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2018-10-10 22:17 Author image
Ari av Rana

í Klaksvíkar kommunu verður nógv gjørt burturúr, at í dag er altjóða sálarheilsudagur. Alla vikuna verður nógv gjørt burturúr ABC-verkætlanini.

Í Dr. Margrethu barnagarði høvdu tey felagssamling í morgun, har Marjun Lassen, leiðari greiddi børnunum frá um sálarheilsu og um ABC fyri sálarliga heilsu. 

Høvuðsboðskapurin í ABC er at vera virkin, saman og hugbundin, og við útgansstøði í hesum, fingu børnini innlit í, hvat sálarheilsa er og hvussu ABC kann brúkast í barnagarðinum, skrivar kommunan. Børnini í barnagarðinum tóku orðini til sín og dugdu væl at skilja týdningin av góðari sálarheilsu.

Gjøgnum dagin hava tey eisini verið røsk at vísa hvørjum øðrum áhuga og umsorgan, og starvsfólkini í barnagarðinum hava somuleiðis havt stóra gleði av eitt nú ABC-krabbagogguni, sum er góð at brúka til at seta hol á samrøður og hugnaliga samveru millum børn og vaksin.

Sjóneykan verður sett á ABC og sálarliga heilsu alla hesa vikuna, og leygardagin enda vit ABC-vikuna við tiltakinum "Gakk ella renn" fyri heilsuna, sum Treysti og Klaksvíkar kommuna skipa fyri saman. Tað tiltakið byrjar við Býráðshúsið á Nólsoyar Pálsgøtu 32 leygarmorgunin.

placeholder
placeholder