Innanlands

Vinnubygningur reistur inni í Gøtudali

Vinnuøkið í Gøtudali er áleið 14.000 fermetrar

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

2018-10-11 07:03 Author image
Ari av Rana

Í Eysturkommunu fegnast tey um vaksandi virksemi í kommununi, og gjáramorgunin var ein góð løta, tá Merkið veitraði á nýggja bygninginum hjá “Autolakkering.fo” í Gøtudali. Hetta er sostatt fyrsti bygningurin í nýggja vinnuøkinum í Gøtudali.

Bygningurin hjá “Autolakkering.fo” er 20m x 30m í tveimum hæddum. Í niðastu hædd verður móttøka, verkstaður og goymsla. Á aðru hædd verður matstova, fundarhølir og umklæðingarrúm.

Vinnuøkið inni í Gøtudali er áleið 14.000 fermetrar, skrivar Eysturkommuna.

placeholder
placeholder