Mentan

R7 kærir Kringvarpið fyri brot á góðan fjølmiðlasið

Útvarpsrásin hevur kært KVF fyri sjey brot á leiðreglur um góðan fjølmiðlasið

Petur Jacobsen, nevndarformaður í R7, og Ingi á Steinamørk, stjóri í R7 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Petur Jacobsen, nevndarformaður í R7, og Ingi á Steinamørk, stjóri í R7 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-10-11 00:11 Author image
Sverri Egholm

Ingi á Steinamørk, stjóri á útvarpsrásini R7, hevur í dag sent kæru til stjóran á Kringvarpi Føroya um brot á heili sjey leiðreglur um góðan fjølmiðlasið í Degi & viku tann 8. oktober.

R7 vil vera við, at Kringvarpið breyt sjey leiðreglur um góðan fjølmiðlasið, tá Dagur & vika hevði innslag um Andøvsløtuna við Óla Breckmann, og rumblið, sum hevur staðist av sendingini seinastu vikurnar.

Útvarpsrásin skrivar á heimasíðuni, at einki umboð fyri R7 varð bjóðað við, og man hevði heldur ikki biðið um viðmerking frá leiðsluni á R7. Hinvegin vóru umboð fyri Sosialin og Dimmalætting, ein løgtingslimur og mentamálaráðharrin umboðað í sendingini.

Í sendingini varð borið fram sum fakta, at R7 varpar haturstalu og rasismu. 

- Hetta er manipulatión og grov ærumeiðing av R7, heldur Ingi á Steinamørk, stjóri.

Kæran sæst her

 

Les eisini: Rigmor Dam: R7 fær eina áminning um treytirnar

placeholder
placeholder