Innanlands

Búnaðarstovan fer undir at selja ullina

Talan er um tveir flokkar av ull

Mynd: Heimabeiti.fo

Mynd: Heimabeiti.fo

2018-10-11 08:38 Author image
Ari av Rana

Búnaðarstovan boðar frá á heimasíðu síni, at hon nú fer undir at selja ullina, sum varð savnað inn í ullarmóttøkuni í summar.

Í fyrstu syftu verður talan um at selja ull í leysari vekt, tað vil siga í smáum  mongdum heilt niður í 10 kg í einum sekki.

Búnaðarstovan skrivar, at ullin verður býtt ú tveir flokkar. Hetta eru 1. floks ull, skild í 6 ymiskar náttúrulitir, og 2. floks ull, sum er blandaðir litir.

Møguleiki er at keypa slíkar smærri nøgdir av ull fram til 26. oktober 2018. Eftir hetta verður restin av ullini boðin út í størri nøgdum.

placeholder
placeholder