Innanlands

Koyrdi 129 km/t ávirkaður

Ungur maður setti lívið í váða

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2018-10-11 08:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgreglan gjørdi í nátt ferðslukanningar í í Eysturoynni og Norðoyggjum, og sigast má, at tað tað vísti seg at verða neyðugt.

- Ein ungur maður varð steðgaður. Hann koyrdi 129 km/t og hann var ávirkaður, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Ungi maðurin varð steðgaður av løgregluni tí at hann hann koyrdi 129 km/t har tað er loyvt at koyra 80 km/t. Løgreglan fekk eisini illgruna um at maðurin var ávirkaður av rúsevnum.

Bilførarin verður nú noyddur at taka koyrikortið av nýggjum innan tríggjar mánaðir. Um ikki, missir hann tað. Hann verður eisini skuldsettur fyri at koyra ávirkaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder