Innanlands

Loyvið hjá kommunum at byggja og útvega bústaðir til viðgerðar

Trivnaðarnevndin fer at viðgera um kommunurnar skulu fáa loyvið

Loyvið hjá kommunum at byggja og útvega bústaðir til viðgerðar

Gamli Kommunuskúlin í Havn varð umbygdur til leigubústaðir

2018-10-11 09:50 Author image
Ari av Rana

Tvey uppskot eru í tinginum um at geva kommunum loyvi at byggja og útvega bústaðir. Sjálvstýrið og Sonja Jógvansdóttir eiga hvør sítt uppskot av hesum slag, sum hava til endamáls at bøta um stóru bústaðarneyðina í landinum.

Í dag fer Trivnaðarnevdin í løgtinginum at viðgera málið. Nevndin hevur boðið felagsskapin Búgva, smápartafelagið Mark, Kommunufelagið, Lív, Bústaðir, Tórshavnar-, Klaksvíkar-, og Fuglafjarðar kommunur, og Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, á fund, har tørvurin á bústøðum og uppskotið hjá Sjálvstýrinum og Sonju Jógvansdóttir verða viðgjørdir.

placeholder
placeholder