Innanlands

Vátt á Tórsvølli í kvøld

Væntandi verður vindstilli inni á vøllinum

Vátt á Tórsvølli í kvøld

Mynd: Jens Kr. Vang

2018-10-11 11:57 Author image
Ari av Rana

Føroyar spæla landsdyst á Tórsvølli í kvøld, har Aserbadjan kemur á vitjan. Nógv atgongumerki eru seld til dystin í kvøld og vónandi verður gott lag á fólki.

Eitt hugskot hevði verið, at lata seg í góð regnklæði, tí at sambært veðurforsøgnini fer at regna meðan dysturin verður spældur.

Tað verður annars turt í veðrinum fram til klokkan 16 við 11 til 12 m/s av landsynningi og hitin um 11-12 hitastig. Frá klokkan 16 fer at regna og avfallið verður um 0,3 til 0,4 mm fram til klokkan 21, tá landsdysturin skuldi verið komin hálva leið. Meðan dysturin er liggur vindmegin um 9 m/s.

Klokkan 21 slítur í eina løtu, men so fer aftur at regna um midnátt, tá avfallið verður 0,5 mm. Hitin kvikar seg upp á 12 hitastig. Í nátt verður turt, 10 hitastig og millum 6 og 10 m/s av sunnan.

placeholder
placeholder