Innanlands

Tórshavnar kommuna: Rennisúkklur loyvdar í býarbussunum framyvir

Stór ósemja hevur verið um hvat ein "súkkla" er, tí súkklur eru ikki loyvdar í býarbussunum hjá Tórshavnar kommunu

Tórshavnar kommuna: Rennisúkklur loyvdar í býarbussunum framyvir

(Mynd: Johanne Kirstine Grove Lundgaard)

2018-10-11 15:52 Author image
Oda Strøm

Tað hevur elvt til nógv rumbul, at súkklur ikki eru loyvdar í býarbussunum hjá Tórshavnar kommunu, tí ósemja hevur verið um, hvat ein "súkkla" er. 

Søgur hava verið frammi um, at summi ikki eru sloppin við í bussin, tí tey hava havt barnasúkklur við sær, og onnur hava upplivað at verða tveitt úr bussinum, tí tey hava havt rennisúkklur, rennihjól ella rennifjalir við sær í bussin, sum bussførarin í fyrstu atløgu ikki hevur sæð. 

Men tað steðgar sum skilst nú. Tórshavnar kommuna hevur nevnliga viðgjørt spurningin, eftir at fleiri klagur eru komnar inn frá misnøgdum borgarum um súkkluspurningin - og niðurstøðan er, at rennisúkklur, samanløgd rennihjól og rennifjalir eru ikki súkklur, og kunnu tí takast við í bussin.

Sambært Tórshavnar kommunu eru bussførararnir kunnaðir um avgerðina í dag. 

placeholder
placeholder