Innanlands

Ríkisadvokaturin skal gera av um Breckmann skal ákærast

Fútin hevur sendir ríkisadvokatinum málið

Ríkisadvokaturin skal gera av um Breckmann skal ákærast

Skíggjamynd (Mynd: Kvf.fo)

2018-10-11 18:04 Author image
Sverri Egholm

Ríkisadvokaturin skal gera av, um Óli Breckmann skal ákærast fyri at bróta grein 266B, tá hann á útvarpsrásini R7 kallaði forsetan í Norður-Korea fyri eitt skeivoygt sosialistiskt knetti.

Tað var Erling Eidesgaard, sum meldaði útvarpsvertin í mars, og fyrst í næstu viku sendir fútin málið til Ríkisadvokatin, veit Kringvarpið í dag.

Víðari sigur Kringvarpið at málið nú verður sent Ríkisadvokatinum, merkir, at fútin tekur álið í álvara.

Økt til nógv kjak
Seinastu vikurnar hevur málið eisini økt til nógv kjak um útvarpsrásina R7. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum segði við Dag & viku í vikuni, at hon hevði biðið hennara fólk hyggja eftir hesum, og ein áminning um sendiloyvi helst fór at verða sent til rásina.

Eisini hevur innslag í Degi & viku sama kvøld ført við sær, at R7 hevur kært Kringvarpið fyri brot á góðan fjølmiðlasið.

placeholder
placeholder