Innanlands

Puigdemont vitjaði í løgtinginum

Umstríddi fyrrverandi katalonski forsetin Puigdemont kom seinnapartin til Føroya

Puigdemont vitjaði í løgtinginum

(Mynd: Páll á Reynatúgvu)

2018-10-11 19:33 Author image
Sverri Egholm

Seinnapartin í dag kom umstríddi Carles Puigdemont úr Katalonia til Føroya og komin til Havnar var hann framvið í løgtinginum og í býráðnum í Havn.

Hann skal luttaka á ráðstevnu um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt sum Tjóðveldi skipar fyri í Norðurlandahúsinum seinnapartin í morgin.

Myndin omanfyri er av Carles Puigdemont, tingmanni úr Kataloniu, og Daniel Goa, tingformanni úr Ný Kaledoniu og Páll á Reynatúgvu, løgtingsformanni.

placeholder
placeholder