Innanlands

Puigdemont og Guðni til landsdyst

Fyrrverandi katalonski forsetin og íslendski forsetin vóru til landsdystin í kvøld

Magni Arge, fólkatingslimur, Carles Puigdemont, tingmaður úr Kataloniu, og Daniel Goa, tingformaður úr Ný Kaledoniu (Mynd: Sverri Egholm)

Magni Arge, fólkatingslimur, Carles Puigdemont, tingmaður úr Kataloniu, og Daniel Goa, tingformaður úr Ný Kaledoniu (Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-11 23:29 Author image
Sverri Egholm

Ymsir gestir vóru til dyst á Tórsvølli í kvøld til landsdyst, og sóu Føroyar tapa 3-0 móti Aserbadjan.

Nógv umstríddi fyrrverandi forsetin í Katalonia, Carles Puigdemont, var millum annað til dystin, og nakað har frá sat íslendski forsetin Guðni Th. Jóhannesson.

Puigdemont luttekur á ráðstevnu um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt, sum Tjóðveldi skipar fyri, og sum verður í Norðurlandahúsinum í morgin.

Íslendski forsetin hevði fyrilestur í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum seinnapartin.

[object Object]Guðni Th. Jóhannesson, íslendskur forseti og Christian Andresen, FSF forseti (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder
placeholder