Uttanlands

Stormurin Michael tók minst sjey mannalív í USA

Talan var um triðharðastu ódnina, ið hevur rakt norðuramerikanska meginlandið

Stormurin Michael tók minst sjey mannalív í USA

Oyðileggingarnar frá Michael eru nógvar í Florida (Mynd: EPA)

2018-10-12 07:11 Author image
Ingi Samuelsen

Minst sjey fólk hava latið lív í ódnini Michael, sum hevur herjað í fleiri amerikanskum statum. Niðurdottin trø og aðrar hendingar orsaka av storminum eru orsøk til deyðsføllini, sum hava verið í Florida, Georgia og North Carolina, skrivar Reuters.

Fýra av fólkunum doyðu í statinum Florida, ið varð serliga hart raktur av ódnini. Í Georgia doyði ein 11 ára gomul genta, tá hon varð rakt av einum stólpa frá einum bilhúsi, ið hevði rivið, skrivar AP.

Í gjár vendu íbúgvarnir í fleiri strandabýum í Florida aftur til heim teirra fyri at skoða oyðileggingarnar, orsaka av Michael. Ódnin rakti strondina í landnyðringspartinum av statinum mikudagin við eini ferð á næstan 70 metrar um sekundið.

Talan er um triðharasta stormin, sum nakrantíð hevur rakt meginlandið í USA. Michael helt fram har hann helvdi til yvirflóð í bæði Georgia og Virginia.

Reyði Krossur í USA upplýsir, at minst 20.000 fólk hava gist í serligum herbergum fyri neyðstødd í nátt. Minst 950.000 heim og bygningar lógu í streymloysi í gjár í statunum Florida, Alabama, North Carolina, South Carolina og Georgia, skrivar dr.dk frá Ritzau. 

placeholder
placeholder