Innanlands

Standmynd av Tofta Regin verður avdúkað leygardagin

Tofta Regin var rættur yvirgangskroppur og herviligur gandakallur

Standmyndin av Tofta Regini kemur at standa á Sandinum í Vági (Mynd: Vágs kommuna)

Standmyndin av Tofta Regini kemur at standa á Sandinum í Vági (Mynd: Vágs kommuna)

2018-10-12 08:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagin verður ein standmynd avsúkað á Sandinum í Vági. Talan er um eina mynd av Tofta Regin, sum livdi í Vági umleið ár 1450. 

Tofta Regin var ein rættur yvirgangskroppur, herviligur gandakallur og viðgitin fyri styrki. Tofta Regin átti stóran part av Vágs bygd, ogn hansara var ein fjórðingur av allari bygdini. Søgurnar um Tofta Regin eru fleiri, bæði um gand og beistagerðir, men serliga um hólmgongur ella bardaga í samband við trætur um hagamark, har tann, ið vann, fekk rætt.

Á mannamunni er Tofta Regin helst mest kendur fyri at hava runnið úr Toftum eftir húskallinum, sum var á hestbaki.

- Og tá komið var til Ósagarð, sum tá var bøgarðurin í Vági, fekk Tofta Regin fatur í halafaksinum  á hestinum. Hesturin leyp, men Regin setti báðar føtur í spenni ímóti garðinum og strongdi á so fast, at hann sleit faksið útúr og datt øvigur aftur við tí í hondini. Hesturin stoyttist eftir høvdinum út um garðin, og húskallurin rendist beint framav.

Standmyndin av Tofta Regin er eisini ein mynd av hesari løtuni fyri eini 570 árum síðani við Ósagarð í Vági.

Standmyndin er gjørd av italska myndhøggaranum og listamanninum Gianfranco Nonne, sum hevur búð í Vági í nógv ár. Gianfranco Nonne hevur umframt Tofta Regin latið úr hondum fleiri standmyndir, bringumyndir og aðrar myndir, bæði í Føroyum og uttanlands.

Ein av kendu standmyndum hansara er fiskakonan, sum stendur við Høgu Kei uti í Rættará í Havn, uttan fyri Skeiva Pakkhús

Í samband við at standmyndin verður avdúkað leygardagin og at tað eru Heystardagar í Vági verður almennur ókeypis morgunmatur í Billardhúsinum í Vági frá kl. 9.30 til 11. Klokkan 10.30 fer Arnfinnur Bjarkhamar at greiða frá søgnini um Tofta Regin. Kl. 11 verður farið vestur á Sandin, har røður og felagssangur er á skránni í samband við at standmyndin av Tofta Regin verður avdúkað.

Søgnin um Regin í Toftum á snar.fo  

[object Object]
Italiumaðurin Gianfranco Nonne, sum býr í Vági, hevur eisini gjørt fiskakonuna úti í Rættará í Havn

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder