Innanlands

Fólkavøksturin størstur báðu megin Eysturoyartunnilin

Fólkatalið 1. august var 51.060

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2018-10-12 10:33 Author image
Ari av Rana

Fólkatalið var 51.060 tann 1. august. Tað vaks við 815 fólkum ella 1,6% í 12-mánaðar skeiðinum 1. septembur 2017 – 1. septembur 2018, vísa tølini hjá Hagstovu Føroya. Tað kemur av einum burðaravlopi á 257 og nettotilflyting á 558. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 10 minni, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er 122 størri.

Serliga stórur vøkstur var í juli við 222 fólkum, men 194 fóru burturavaftur í fráflytimánaðinum august.

[object Object]

Nettotilflytingin er methøg
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.179, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, vit røkka aftureftir í hagtalsgrunninum.

Meðan fráflytingin nú á fimta árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga.

Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009-13, so er árliga fráflytingin nú eini 550 fólk minni og tilflytingin eini 400 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á 431 í 2011/12 vend til eina positiva nettoflyting upp á 558 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2017/18.

[object Object]

Fólkavøksturin heldur fram við somu ferð 
Seinastu fýra árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur, og hann heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin var um 1,5% í ársvøkstri fram til síðsta heyst, tá hon linkaði nakað til 1,3 - 1,4%. Hetta kundi bent á, at vit sóu fyrstu tekin til, at ferðin var farin um tað hægsta og fór at linka enn meir teir komandi mánaðirnar. Men so var ikki. Tí móti vári og nú út á heystið er vøksturin komin uppaftur og meir enn tað, so hann nú er um 1,6-1,7%.

Sum nevnt eru tølini smá, ið gera hesar broytingarnar í burðaravlopi og nettotilflyting – og harvið í fólkavøkstri - og kann tað tí eisini venda aftur við næstu uppgerðir.

[object Object]

placeholder
placeholder