Innanlands

Høvuðsøkini eiga størsta vøksturin í fólkatalinum

Lutfalsliga var størstur vøkstur í Nes kommunu og Sjóvar kommunu

Hagstova Føroya

Hagstova Føroya

2018-10-12 10:56 Author image
Ari av Rana

Hagstova Føroya hevur í dag almannakunngjørt nýggjastu tølini fyri fólkatalið í Føroyum. Tølin vísa, at landafrøðiliga var munandi fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar. Lutfalsliga var størsti vøksturin í Eysturoyar sýslu við 2,4% (harav serliga í Nes og Sjóvar kommunum).

Umleið líka stórur vøkstur lutfalsliga var í Tórshavnarøkinum við 2,2%, og her var eisini nógv størsti vøksturin í tali við 416 fólkum. Hetta er meir enn helvtin av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Síðani eru Norðoya sýsla við 1,5% og Streymoyar sýsla uttan høvuðsstaðin og Vága sýsla hvør við 1,0%.  

Í Sandoyar sýslu er ein lítil vøkstur við 7 fólkum ella 0,6%.
Í Suðuroyar sýslu er ein munandi minking við 42 fólkum ella 0,9%.

[object Object]

Sandoy og Suðuroy hava onki fingið úr fólkavøkstrinum síðstu árini
Veturin 2013-14 vendi gongdin í fólkatalinum, og hevur síðani verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-8% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða í Sandoyar sýslu og beinleiðis minking í Suðuroyar sýslu síðstu hálvfimtu árini.

[object Object]

Kommunurnar: størsti vøkstur í høvuðsstaðnum og eysturoyarkommunum
Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 471, Runavíkar við 76 og Klaksvíkar við 65. Men beint í hølunum á Klaksvíkar kommunu koma miðalstóru eysturoyarkommunurnar, Nes við 55, Eystur við 42 og Sjóvar við 40 fólkum.

Serliga stórur vøkstur er í grannabygdunum á vestara armi á Skálafjørðinum, Skála (í Runavíkar kommunu) og Strendur (í Sjóvar kommunu): Skála við 39 fólkum ella 5,8% og Strendur við 36 fólkum ella 4,3%.

Av størstu kommununum er vøksturin lutfalsliga størstur í Tórshavnar kommunu við 2,2% og Runavíkar við 1,9%, meðan Klaksvíkar kommuna liggur nakað niðan fyri landsmiðal við 1,3%.
Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Kunoyar við knappliga 12% og Eiðis við stívliga 3%.

Hinvegin var størsta minkingin í tali í Tvøroyrar, Hvalbiar og Vágs kommunum við ávikavist 26, 17  og 13 fólkum.

[object Object]

Samanumtikið er vøkstur í 20 kommunum og minking í 9. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.

[object Object]

Oyggjarnar: minking í Suðuroy og flestu útoyggjum
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, tó minni vøkstur í Sandoy og beinleiðis munandi minking í Suðuroy við 42 fólkum ella 0,9%.

Av útoyggjum er ein vøkstur í Nólsoy við 3 fólkum og í Skúvoy við 1, meðan í Stóru Dímun og Koltri er óbroytt. Í hinum útoyggjunum minkar, mest í Hestoy við 5 – og tað er ein fimtingur av fólkatalinum, sum var fyri einum ári síðani.  

[object Object]

placeholder
placeholder