Innanlands

Skeiva gongdin heldur fram

Vit gerast lutfalsliga fleiri og fleiri menn enn kvinnur í Føroyum

Skeiva gongdin heldur fram

Mynd: Hagstova Føroya

2018-10-12 11:47 Author image
Ari av Rana

Nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya vísa, at í fólkavøkstrinum hetta 12-mánaðarskeiðið eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 188 fleiri mannfólk enn konufólk. Men av tí, at tað var ein yvirvág av gentum í føðitalinum við 32 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 59, var samanlagda úrslitið 97 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.

Á myndini niðanfyri sæst, at tað er serliga fyrra hálvárið í 2018, at tað eru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini. Eisini eru nógv fleiri konufólk enn mannfólk í nettofráflytingini í august.

[object Object]

Burðaravlopið nærum óbroytt
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðskeið var burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) nakað tað sama hetta 12-mánaðskeiðið. Samstundis sum føðitalið vaks við 10, vaks talið av deyðum við 20.

[object Object]

placeholder
placeholder