Innanlands

SSL avlýsir á trimum ferðaleiðum

Ringt veður fær Strandfaraskip Landsins at avlýsa túrar

SSL avlýsir á trimum ferðaleiðum

Savnsmynd: Bjartur Vest

2018-10-12 11:24 Author image
Ari av Rana

Strandfaraskip Landsins boðar frá, at fyri veður eru avlýsingar á trimum ferðaleiðum.

Fyri veður er avlýsingar á leið 61, har síðsti túrur verður sigldur av Gomlurætt kl. 14:30 og úr Hesti kl. 14:50.

Á leið 60 verður síðsti túrur úr Skopun sigldur kl. 16:35, og síðsti túrur av Gomlurætt kl. 17:20

Avlýsingar eru eisini á leið 7, har síðsti túrur úr Tórshavn suður á Tvøroyri í dag verður kl. 13:00 og síðsti túrur av Tvøroyri og norður er klokkan 15.30.

placeholder
placeholder