Innanlands

Nýggj fólk skulu standa fyri kafeini í Reinsarínum

Tórshavnar kommuna leitar eftir fólki at reka kafeini

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-10-12 13:49 Author image
Ari av Rana

Tórshavnar kommuna bjóðar nú út leigumálið at reka kaféina í Reinsarínum í Tórsgøtu 3. Raksturin verður boðin út í tvey ár frá 1. desember 2018. 

Virksemið í Tórsgøtu 3 fevnir um Reinsaríið og Perluna, ið bæði húsa mentanarligum tiltøkum í býnum. Reinsaríið er eitt rútmiskt spælistað, sum kann nýtast til tónleikatiltøk, framførslur, konsertir, framsýningar og onnur mentanarlig tiltøk, har konsertir og onnur tiltøk verða hildin.

Perlan kann nýtast til ymisk tiltøk saman við Reinsarínum, og tá kann virksemið hjá kaféini eisini fevna um Perluna. Talan kann vera um tiltøk so sum fyrilestrar, fundir, bókaframløgur, móttøkur, konsertir o.a.
 
Sjálv kaféin er í Reinsarínum. Ætlanin er, at kaféin er opin í sambandi við tiltøk um kvøldið og í vikuskiftunum og tekur sær av almennari skeinking í sambandi við tiltøk í Reinsarínum og Perluni.
 
Tilboð skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. oktober 2018.
placeholder
placeholder