Innanlands

Atlantic Airways avlýsir eisini

Ringa veðrið rakar eisini flogferðsluna

2018-10-12 15:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrr í dag boðaði Strandferðslan frá, at tríggjar av teirra leiðum avlýstu túrar í dag. Nú hevur Atlantic Airways fylgt í teirra fótasporum og avlýst fýra av sínum túrum.

RC459 úr Keypmannahavn skuldi eftir ætlan lenda í Vágunum kl. 19:55, men túrurin er avlýstur. RC 460 skuldi síðani avstað til Keypmannahavnar kl. 20:45, men tá hetta óivað er sama flogfar, og tað ikki lendur, verður hesin túrurin eisini avlýstur.

Sama skil er við RC471 úr Billund, sum skuldi lenda kl. 21:10. Túrurin er avlýstur og tað merkir, at RC471, sum skuldi flúgva til Billund kl. 21:50, eisini er avlýstur.

Til ber at fylgja við flogferðsluni á her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder