Innanlands

Nú verður fjarhiti lagdur í Hoydalsvegin

Byrjað verður við Effo í Gundadali og oman móti Finse

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-10-12 16:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Havnin skal vera grøn, og tí stendur eitt grønt orkuskifti fyri framman, har farið verður út við oljuupphiting og inn við fjarhita og grønum orkukeldum. Ein liður í hesum framtíðarætlanum er, at Fjarhitafelagið í næstum fer at leggja høvuðsfjarhitanetið um alla Havnina. Fjarhitaleiðingar eru lagdar frá Brennistøðini á Hjalla og SEV á Sundi allan vegin suður móti Havnini. Stórir partar av Hoyvíkini hava longu fjarhita, og í 2017 varð høvuðsfjarhitaleiðing løgd oman eftir Villingardalsvegnum og Gundadalsvegnum, umframt aðrastaðni í Havnini.

Tórshavnar kommuna skrivar, at nú er tíðin komin til at leggja fjarhita í Hoydalsvegin, og byrjað verður við Effo í Gundadali og oman móti Finsen. Fjarhitafelagið hevur saman við Tórshavnar kommunu og arbeiðstakaranum gjørt eina arbeiðsætlan fyri hetta arbeiðið, og saman vilja hesi gera sítt til at tryggja, at íbúgvar, stovnar og vinnurekandi í økinum verða órógvað so lítið, sum til ber.

Arbeiðið við at leggja fjarhita er ein rættiliga drúgv verkætlan, og er arbeiðið býtt upp í fimm verkætlanir, sum síggjast á kortinum í viðfesta skjali. Tískil kann roknast við, at ferðslan eftir Hoydalsvegnum verður tarnað hetta tíðarskeiðið. Stór kunningarskelti verða sett upp, sum greitt vísa, hvørji øki verða stongd fyri almennari ferðslu og nær.

Sambært grevstrarætlanini er talan um fimm arbeiðsøki, og hesi ymisku økini verða stongd fyri almennari ferðslu, so hvørt arbeitt verður. Tá ið eitt øki er liðugt, verður farið víðari til næsta, og tá verða undanfarnu øki gjørd so mikið liðug, at koyrandi verður aftur. Atlit verða altíð tikin til, at skiftini millum hvørt arbeiðsøki verða so stutt, sum til ber.

Frágreiðing og kort yvir verkætlanina er at síggja her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder