Innanlands

Liljan Weihe aftur kært Kringvarpið

Nýggja kæran hjá Liljuni Weihe er ikki tengd at, hvat hendur í uppsagnarmálinum. Kæran snýr seg um vánaligan fyrisitingarsig og brot á lógina um alment innlit

Liljan Weihe hevur aftur kært Kringvarpið

Liljan Weihe hevur aftur kært Kringvarpið

2018-10-13 20:00 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Fríggjadagin 10. oktobur sendi Liljan Weihe nýggja kæru til mentamálaráðið. Talan var um kæru, sum er leys av uppsagnarmálinum, men sum kortini snýr seg um ávís viðurskifti frá kæruni um uppsagnina. 

Ítøkiliga snýr kæran seg um ymisk viðurskifti, har Liljan Weihe metir, at Kringvarpið hevur brotið lógina um alment innlit og reglurnar um góðan fyrisitingarsig. 

Stýrisformaðurin fyri skotum 
Eins og Liljan hevur víst á í kæruni hjá sær í uppsagnarmálinum, var tað eftir øllum at døma Rúni Heinesen, ið lat innlit í telefonnotatið ímillum seg og Liljuna Weihe. Mentamálaráðið er áður komið til tað niðurstøðu, at tað allarhelst var Liljan Weihe, sum lak hettar telefonnotatið, har Liljan sjálv gjørdi stýrisformannin varðugan við gegni hjá Johnny í Grótinum í sokallaða EIK-málinum. 

Níggju mánaðir eftir at Liljan søkti um innlit í, hvør hevði fingið innlit í málið, fekk hon at vita, at Rúni Heinesen hevði latið innlit til Beintu Løwe. Hettar tí telduposturin ikki var blivin journaliseraður fyrr enn Liljan skrivaði, at hon visti, at journalistar høvdu fingið innlit í málið 24. novembur. 

Í niðurstøðuni frá fyrsta kærumálinum verður tó onki sagt um hettar. Stýrisformaðurin ger einans greitt, at hann ikki lat innlit í málið fyri 23. novembur, tá Sosialurin skrivaði um málið, men Liljan vísir á, at hann onki nevndi um, at hann gav innlit í málið 24. novembur. Og tað er ikki fyrr enn 28. novembur, at Mentamálaráðið er víst í, at Sosialurin hevur fingið innlit í málið, tí endurgivið verður úr tí 28. novembur. 

Les eisini: Tað var ikki eg sum lak telefonnotatið 

Kringvarpið brotið fleiri viðurskifti 
Partar av kæruni eru endurgevingar úr hinari kæruni, sum mentamálaráðið viðger beint nú um uppsagnarmálið. Eitt nú endurtekur Liljan, at Johnny í Grótinum skrivaði dulnevnda grein fyri VP.FO, ið var at lesa tollaksmessudag í fjør. Í greinini verður millum annað skrivað, at Liljan søkti starvið sum Kringvarpsstjóri, hóast hon sigur, at einans Rúni Heinesen átti at vita av hesum. 

Bæði Johnny í Grótinum og Ólavur í Beiti, ábyrgdarhavari á VP, hava afturvíst, at hettar er rætt. Liljan sigur seg tó vita frá álítandi keldum, at teldupostsamskifti var ímillum teir báðar hendan dagin, hóast Kringvarpið sigur, at ongin tíllíkur teldupostur er journaliseraður. 

Les eisini: Johnny í Grótinum breyt tagnaðarskylduna 

Liljan Weihe vísir eisini á, at almennar reglur eisini áseta, at uppsagnartilgongdin skal gerast á ein so virðiligan hátt sum møguligt. Men hon heldur at Johnny í Grótinum ikki framdi hettar, tá hann sendi tíðindaskriv um fyrstu uppsøgnina út í miðlarnar. Í tíðindaskrivinum varð millum annað skrivað, at Liljan hevði verið illoyal og hevur skrivað ósannindi um stjóran til stýrisformannin og lata hesi ósannindi leka út. Men Liljan afturvísur fleiri av hesum pástandunum. 

Liljan vísir eisini á, at hon ikki hevur verið hoyrd á rættan hátt í málinum. Eitt nú krevst, at alment sett starvsfólk fáa partshoyring áðrenn uppsagnin fer fram. Men hon vísir á, at Johnny hevði avgjørt at uppsiga seg, áðrenn hann hevði havt fund við seg og kunna hana um hvat hann ætlaði skuldi henda. 

Heilt leyst av uppsagnarmálinum 
Liljan Weihe skrivar at enda, at hon vil hava kæruna viðgjørda uttan mun til, hvat niðurstøðan í uppsagnarmálinum verður. 

Talan tykist also verða um eitt prinsipp mál í hesum førinum. Liljan vil forða fyri, at hesi viðurskifti, sum hon heldur vera mistøk, ikki verða viðgjørd, um fyrrverandi tíðindaleiðarin ikki fær viðhald í síðsta kærumálinum. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder