Innanlands

Harðskapsmál í Havn í nátt

Løgreglan vil hoyra frá fólki, sum vita nakað um málið

2018-10-13 19:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um hálvgum fimm-tíðina í morgun varð ein persónur álopin við Steinatún í miðbýnum í Havn.

Løgreglan kannar í løtuni málið, og vilja tey fegin hoyra frá fólki, ið hava sæð okkurt, ella halda seg vita nakað um málið.

Enn er brotsmaðurin ikki funnin, og løgreglan fær ikki sagt meira um málið, sigur vakthavandi á politistøðini.

placeholder
placeholder