Uttanlands

Jakkin hjá Melaniu Trump vakti ans: Her er hennara frágreiðing

Melania Trump sigur, at valið av jakkanum ikki var tilvildarligt

2018-10-14 11:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá Melania Trump í juni vitjaði ein tilflytingardepil í Texas fyri børn, ið vóru skild frá foreldrunum, var tað serliga jakkin hjá henni, ið vakti ans.

Forsetafrúan var í einum grønum jakka, har orðini "I really don't care, do u?" (Eg leggi yvirhøvur ikki í, gert tú?) stóðu skrivað aftanfyri.

Orðini á jakkanum skaptu nógva øsing, serliga tí at Donald Trump um somu tíð hevði boðað frá, at hann ætlaði at senda tilflytarar heim, sum vóru komnir ólógliga til landið.

Í samrøðu við amerikanska vertinum Tom Llamas á ABC News fríggjadagin greiddi Melania Trump frá, hvat endamálið var við jakkanum.

Forsetafrúan greiddi frá, at orðini vóru ætlað fólki og vinstrahallum miðlum, ið finnast at henni.

"Eg vildi vísa teimum, at eg ikki leggi í tað. At tey kunnu koma við so nógvum atfinningum, sum tey vilja, men at tað ikki fer at forða mær í at gera tað, eg haldi vera rætt," greiddi hon frá og legði afturat at jakkin einki hevði við tilflytarabørnini at gera.

"Tað er týðiligt, at eg ikki fór í jakkan fyri børnini. Eg fór í jakkan, tá eg fór umborð á flogfarið í Washington, og tá eg fór úr aftur flogfarinum í Washington.

Hendan frágreiðingin er eitt sindur øðrvísi enn frágreiðingin, sum talskvinnan hjá forsetafrúuni gav miðlunum í juni.

"Tað er ein jakki. Har var eingin fjaldur boðskapur," var frágreiðingin tá.

Frágreiðingin, sum Donald Trump kom við á Twitter í juni samsvarar við frágreiðingini hjá Melaniu.

Sambært Trump var teksturin vendur til Fake News Media (følsku tíðindamiðlarnar).

"Melania hevur lært, hvussu óærligir teir eru, og nú leggur hon veruliga einki í teir," skrivaði amerikanski forsetin m.a. á Twitter.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder