Mentan

Væl upplagdur Jørundur í Sjónleikarhúsinum

Jørundur Hundadagakongur: Minst 40 leikarar og sangarar í óvanligari pallseting, ið fyllir alt Sjónleikarhúsið

Petur Meinhard E. Andersen og Tóri í Hoyvík í leiklutunum sum ávikavist skotin Laddi og Trampe guvernørur

Petur Meinhard E. Andersen og Tóri í Hoyvík í leiklutunum sum ávikavist skotin Laddi og Trampe guvernørur

2018-10-15 15:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er eitt veruligt ódnartak, sum Havnar Sjónleikarfelag er farið undir fyri at markera 100 ára stovningardagin hjá felagnum, sum heldur til í søguliga Sjónleikarhúsinum í Havn.

Um vikuskiftið vórðu dyrnar latnar upp til aldarframførsluna av íslendska leikinum ”Jørundur Hundadagakongur”.

Fyri ein, sum upplivdi leikin sum smádrongur í 1973, var tað sera hugfarsligt at hitta og endurhoyra søguna um hesa anti-hetjuna aftur.

Jørundur, ein heldur naivur danskur ævintýrari í bretskari tænastu, sum tekur ræðið á Íslandi hundadagarnar í 1809 og setir danska landshøvdingin í spjellið – í tugthúsið, sum sagt verður í leikinum.

Jørundar pláss í íslendskari søgu er ein viðfáningur, men kortini áhugaverdur, tí hesin góðhjartaði maður tykist vilja íslendingum væl við at seta donsku yvirvøldina upp á pláss og fáa tey at taka sær betur av arma fólkinum, sum har búleikast.

Móti sínum vilja, varð hann kosin at gerast kongur, og henda tign sær út til at hava vaksið Jørundi sjálvum upp um høvdið, hann fer at tosa um seg sjálvan í pluralis so leingi tað varar.

Og, ja, tað varir bert hundadagarnar av, so verða Jørundur og hjálparar hansara fluttir aftur til Onglands og settir í geglið.

Jónas Árnason feldi komisku søguna um Jørund niður í leikrit, ”Minnast tit hann Jørund”, sum í týðing Jóan Hendriks Winter Poulsen varð framførdur í Sjónleikarhúsinum í 1973 við so mætum nøvnum sum Olivur Næss, Oskar Hermansson, Frazer Eysturoy, Róland Samuelsen og Elin Mouritsen í høvuðsleiklutunum.

Jørundur Hundadagakongur var ein ”succes” av teimum heilt stóru hjá Havnar Sjónleikarfelagið. Sangirnir góvu endurljóð í havnargøtum, og tað var ikki tað mansbarn í býnum, sum ikki murraði við upp á ”Aridú Aridúradey”, ið nærmast gjørdist ein landaplága.

[object Object]Leikarahópurin avmyndaður á pallinum. Annars gongur leikurin fyri tað mesta fyri seg í salinum


Um 100-ára útgavan av leikinum hesaferð fer at skapa sama endurljóð í vetrarkøldu havnargøtum í 2018, má tíðin vísa. Tíðin er ein onnur og hóast leikurin er stórt uppsettur við einum hópi av leikarum, so er ikki vist, at effektin verður tann sama.

Tá tað er sagt, so er tað ein væl eydnað uppseting hjá Havnar Sjónleikarfelag við Riu Tórgarð sum leikstjóra.

Mest eyðsýnda við leikinum er, at hann ikki verður framførdur á pallinum í Sjónleikarhúsinum, men í salinum – millum áhoyrararnar. Ein øðrvísi pallseting, og Hjálmar Dam (sum ikki spælir við) eigur rós fyri flott scenugrafi.

Í høvuðsleiklutunum síggja vit Torkil B. Tórgarð í krevjandi leiklutinum sum Jørundur, og so Magna Joensen, sum sjórænarin Charlie Brown, Petur Meinhard E. Andersen, sum skotski ævintýrarin Laddi, og Rógva B. Dam, sum lærdi íslendski skrivarin, nevndur Studiosus.

Torkil Tórgarð er borin til sjónleik, havi ikki upplivað hann á palli fyrr, men sigast má, at hann kemur væl frá leiklutinum, sum er stórur og krevjandi. Bráið er naivt og úttrykkið væleydnað undirspælt komiskt.

Hinir leiklutirnir verða spældir við heldur yvirspældum komikki. Petur Meinard Ellebye Andersen megnar væl at fylla út frískliga skotska sjarmørin Laddi, meðan Magni Joensen fyllir væl leiklutin sum sjórænarin Charlie Brown við bæði eygnaklaffi, handarkróki og træbeini. Tað vil siga, av træ er beinið ikki – skal vistnokk ímynda tað. Minnist sjálvur, at Oskar Hermansson í sama leikluti í sjeytiárunum hevði stungið beinið í ein viðarbul – sá út sum hann hevði beinið í gips. Tað riggaði ikki sum eitt sjórænaratræbein, men kortini betri enn ímyndaða halta gongulagið hjá Charlie Brown í 2018-útgávuni.

Leikliga besta avrikið av øllum eigur Rógvi B. Dam, sum spælir Studiosus. Rógvi kemur framúr væl frá leiklutinum. Hann livir seg fullkomið inn í rolluna sum einasti íslendingur, ið dugir at samskifta við útlendingarnar, og sum vísir seg at vera tann klókasti, tá alt kemur til alt.

Í øðrum leiklutum síggja vit Edith Dahl Jacobsen sum illa komna íslendska gentan, ið Jørundur fær gott eyga á, Tóra í Hoyvík sum danski aðalsmaðurin Trampe greivi – ein stuttligur leiklutur, har uppgávan fyri tað mesta er at bera fram illbønir á donskum í besta Kaptajn Haddock stíli. Jógvan Salomon Joensen, hevur eisini ein ógvuliga komiskan lut í leikinum, men sigur einki orð.

Og so skal eisini nevnast ungi Elias Magnussen, sum hevur tveir leikir, harav tann sum Jones kapteynur, er týðandi. Elias kann gott gerast ein gáva fyri føroyska palllist, tá hann hevur lært at gerast meira týðuligur í sínum framburði.

Harafturat er ein fjøld av leikarum við minni leiklutum, men sum geva leikinum ein góðan og stórbæran dám.

Nógvur sangur og tónleikur er í leikinum, og her er tað týðuligt, at leikurin hevur fingið eitt ungdómmiligt og musikalskt lyft við tað at ungdómskórið Xperiment er komið við sum ein integreraður partur av leikinum.

Saman við tónleikarunum Bartal Augustinussen, Per I. Højgaard Petersen og Karl Andrias Stórá, megna ungu og lívligu sangararnir at fáa musikalitet, gott lív og ferð í leikin.

Tað er ein góð kensla at sleppa at síggja stórar uppsetingar við nógvum leikfólki, nú tann professionalla leiklistin á Tjóðpallinum, orsaka av minimalistisku umstøðunum og fíggjarligari orku, sjáldan sær seg føran til stórt meira enn ein- og tvímansleikir.

Jørundur Hundadagakongur verður tikin uppaftur í Sjónleikarhúsinum týsdag, mikudag, hósdag og sunnudag í hesi vikuni. 

[object Object]
Edith Dahl Jacobsen í leiklutinum sum Ragnhildur

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder