Innanlands

Nú er frítt hash í øllum Kanada

Frá í dag av er loyvt at keypa kannabis til njóting

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2018-10-17 10:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Frá í dag av er loyvt at keypa kannabis til egið njótilsi í øllum Kanada. Síðani 2001 hevur verið loyvt at nýta medisinskt kannabis, og í dag verður so ikki longur neyðugt at vísa á, at ein hevur tørv á tí fyri heilsuna.

Kanada verður soleiðis tað næsta, og størsta, landið í heiminum, sum loyvir fríum kannabis, og sagt verður, at í minsta lagi 111 handlar eru klár at selja kannabis frá fyrsta degi.

Kanadiska stjórnina við Justin Trudeau, forsætisráðharra, á odda, hevur arbeitt við legaliseringini í meiri enn tvey ár. Endamálið er millum annað at sleppa undan ólógligari sølu av kannabis og at fáa tað inn í eina stýrda skipan. Hetta skal minka um skipað lógarbrot í landinum.

Statirnir í Kanada hava fingið møguleika at seta sínar egnu reglar fyri søluni. Summa staðni er aldursmarkið fyri keyp 18 ár, meðan tað er 19 aðrastaðni, skrivar TV2. Í summum statum fer staturin at eiga handlarnar sum selja, meðan privat kunnu eiga handlarnar aðrastaðni. Og í summum statum verður loyvt at eiga upp til fýra kannabisplantur heima hjá sær sjálvum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder