Innanlands

Sam á beding

Jósup og Ternan avloysa Sam í tíðarskeiðinum 29. oktober til 16. november

null

null

2018-10-18 13:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sam fer á beding 29. oktober og til uml. 16. november. Jósup røkir siglingina á kalsoyarleiðini og Ternan ger farmatúrar, skrivar Strandferðslan.

Ferðaætlan fyri Kalsoyarleiðina og Nólsoyarleiðina frá  29. oktober og til 16. november verður tí soleiðis skipa:

Kalsoyarleiðin

“Jósup“ siglir eftir galdandi ferðaætlan á leið 56: Klaksvík - Syðradalur

Farmatúrar

M/F Ternan siglir farmatúr av Klaksvík kl. 11:00 og av Syðradali kl. 13:00  mánadagar og  fríggjadagar.


Farmatúrar verða sigldir hesar dagar:

Mánadag: 29/10, 5/11, 12/11.

Fríggjadag: 2/11, 9/11 og møguliga 16/11.

Broytt ferðaætlan fyri leið 506

Meðan Jósup røkir siglingina á kalsoyarleiðini koyrir bussleiðin í Kalsoynni til og frá øllum túrum hjá Jósupi. Ferðaætlanin sæst her.

 

Nólsoyarleiðin

Meðan M/F Ternan siglir farmatúrar í Kalsoy, røkir Jósup siglingina á Nólsoyarleiðini.

Mánadag 29/10, 5/11 og 12/11 siglir “Jósup” túrarnir av Tórshavn kl. 12:30 og úr Nólsoy kl. 13:00. Túrarnir av Havnini kl. 09:30 og úr Nólsoy kl.10:30 verða ikki sigldir fríggjadag 2/11, 9/11 og møguliga 16/11. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder