Innanlands

- Føroysk heimleys í Keypmannahavn sakna ein góðan føroyskan bita og heit ullint klæðir

Tummas Olsen, sum arbeiðir við heimleysum í Danmark, heitir á føroyingar um at hjálpa føroyskum heimleysum í Keypmannahavn

2018-10-19 13:17 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tummas Olsen, sum arbeiðir við heimleysum í Keypmannahavn, heitir nú á føroyingar um at hjálpa honum við at hjálpa føroyskum heimleysum í Keypmannahavn. 

- Um onkur føroyingur kundi givið teimum ein góðan føroyskan bita ella føroysk ullint klæðir, so hevði hetta glett tey ómetaliga nógv. Tey hava ikki umstøður ella møguleika at skaffa nakað sjálvi, og tískil royni eg at hjálpa eitt sindur. Hetta er møguliga gerandiskostur og klæði fyri mangan føroying, men ikki fyri hesi trý føroysku heimleysu, sum talan er um.

Tummas Olsen sigur, at tað snýr seg um tríggjar føroyingar í fyrsta umfari - menn og kvinnur í aldrinum 30-50 ár, sum eru spinkul í vøkstri, og sum brúka stødd 42 í skóm til menn og stødd 36 í skóm til kvinnur.

- Her eru nøkur av teirra ynskjum, og hvat tey sakna av føroyskum mati ella klæðum: Turra grind og spik, turran fisk, rullupylsu, kjøtpylsu, skerpikjøt, válgara og fiskafrikadellir. Av klæðum ynskja tey sær bundnar troyggjur, vøttir, ullintar hosur, skóleistar og langar undirbuksur.

Tummas leggur afturat, at jólini eisini nærkast, so kanska er onkur føroyingur, ið ynskir at geva teimum eina góða jólagávu.

- Um onkur hevur okkurt av hesum á goymslu og hevur møguleika at stuðla, hevði tað glett hesi heimleysu meir enn tit kunnu ímynda tykkum, sigur Tummas Olsen. 

20. oktober kl 12:42: Tummas boðar frá, at tey heimleysu nú hava fingið alla neyðugu hjálpina frá føroyingum, sum mann kundi droymt um, og tørvurin hesuferð er nøktaður. Hann takkar hjartaliga fyri alla hjálpina, sigur hann í boðum til Portal.fo. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder