placeholder
Uttanlands

Trump hóttir við at taka USA úr avdubbingaravtalu

Trump heldur, at Russland hevur brotið avtaluna, sum varð gjørd millum Russland og USA í 1987

2018-10-21 14:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump ætlar at taka USA úr INT-avtaluni (Intermediate-Range Nuclear Forces Treaty), sum Ronald Reagan og Mikhail Gorbatjov gjørdu í 1987.

Tað segði Trump á einum valfundi í amerikanska statinum Nevada í gjár.

Avtalan, ið varð gjørd undir kalda krígnum, loyvdi ikki Russland ella USA at eiga, framleiða ella at gera royndir við ymiskum miðallangtrøkkandi rakettum.

Hetta var fyrstu ferð, at eitt heilt slag av vápnum varð fyribeint, og hildið varð, at hetta var eitt stórt framstig fyri viðurskiftini millum eystur og vestur móti endanum av kalda krígnum.

Trump heldur, at Russland hevur brotið avtaluna við at menna nýggjar miðallangtrøkkandi rakettir.

"Vit vilja bróta avtaluna og fara í holt við at menna vápnini, um Russland og Kina ikki eru við uppá at gera eina nýggja avtalu," sigur Donald Trump sambært DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder