Danmark, Svøríki og Noreg sungu seg í finaluna

Sverri Egholm

10.05.2018 - 21:30

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Tað eydnaðist teimum trimum norðanlondunum Danmark, Svøríki og Noreg at syngja seg víðari til finaluna í Eurovision.

Hálvfinalan var í kvøld, har danski Rasmussen, í víkingaklæðum frá Barbaru í Gongini, hevði eina frálíka framførslu. Og við stuðli frá evropeisku hyggjarunum eydnaðist tað honum og Danmark at koma í finaluna.

Fyri Noreg var tað Aleksandar Rybak, sum skuldi royna seg enn einaferð. Hann vann kappingina í 2009 við sanginum Fairytale. Um hann kann gera tað sama níggju ár seinni fer tíðin at vísa seg, men í øllum førum fær hann møguleikan í finaluni.

20 ára gamli sviin Benjamin Ingrosso hevði eisini eina frálíka framførslu við popplagnum “Dance you Off“, og sang seg eisini víðari til finaluna.

Sostatt eru 26 lond klár til Eurovisionfinaluna, sum verður leygardagin. Russland og Rumenia sluppu ikki víðari í kvøld. Hetta er fyrstu ferð síðani londini komu við í 2004, at tey ikki eru í finaluni.

Sambært veddingarfyritøkum eru Kypros, Ísrael og Frakland favorittar at vinna.

Londini sum komu víðari í kvøld
Serbia
Moldova
Ungarn
Ukraina
Svøríki
Australia
Noreg
Danmark
Slovenia
Holland