Mentan

Frá fiskifrøðingi til filmsleikstjóra

Árni Nicolajsen

Árni Nicolajsen

2018-11-08 11:09 Author image
Turið Justinussen

Dreymurin um at framleiða film, hevur altíð búleikast í Árna Nicolajsen, men hvussu fiskifrøðingurin so brátt skifti yrkisleið og gjørdist filmsleikstjóri, er ein longri søga

 - Eg starvaðist sum fiskifrøðingur á Havstovuni í áleið tjúgu ár, men bleiv so brádliga arbeiðsleysur. Tað var, tá Bárður Nielsen helt, at Føroyar skuldu fáa 60 milliónur í skattalætta, at eg og trý onnur í 2004 vórðu spard burtur. Hetta var júst tá yvirgangsálop var í Beslan, Russlandi, og eins og russar upplivdu ein sorgarleik, upplivdi eg mín heilt egna,

Sigur Árni Nicolajsen, sum merkti uppsøgnina sum eitt dygt slag.

- Eg var við at gera eina Ph.d. um rækjurnar á Flemish Cap. Í ellivu ár arbeiddi eg vi tí. Eg savnaði nógv data inn frá yvirlitstrolingum, ið stovnsmettu rækjurnar. Slíkt eingi onnur lond gjørdu. Hetta arbeiði, fekk eg ikki gjørt liðugt, og frá einum landsfíggjarligum sjonarmiði, haldi eg tað vera eina vanlukku, at man, eftir at hava gjørt íløgur fyri yvir eina millión, valdi at blaka alt burtur. Eg kendi veruliga sviðan. Eg gjørdist tungur í huga, og sat leingi bara og hugdi í sjónvarp. Teknaði og málaði tó eitt sindur. Tað havi eg altíð gjørt,

Sigur Árni Nicolajsen og greiðir frá, at tá hann var ungur, gekk hann við einum dreymi um at gera film.

- Øll søgdu við meg, at hetta var ein ósikkur vinnuvegur, og eg lurtaði.

Tann lukkuliga lívsleiðin
Árni Nicolajsen vísir til orðini hjá Bertrand Russel (1872-1970), ein bretskan heimspeking, sum einaferð segði okkurt um, at kunstnarir eru ólukkuligir, ti eingin timir at keypa tað, teir gera, meðan vísindamenn, ið kunnu rósa hvørjum ørðum fyri teirra góða arbeiði, eru lukkuligir. Árni Nicolajsen valdi tí at ganga ta lukkuligu vísindaligu rásina. 

Eftirsnarin heldur hann, at hann sum ungur, heldur skuldi verið farin niður á filmsskúla. Tað var nevniliga ikki fyrr enn hann gjørdist arbeiðsleysur, at hesin dreymur varð vaktur úr dvala:

- Bleiv eg ikki uppsagdur, var eg ongantíð farin úr starvinum. Tað var kanska ein lukka, hóast tað sá út sum ein ólukka. Ein lukkulig vanlukka.

Stutt áðrenn, Árni Nicolajsen bleiv uppsagdur, teknaði hann seg til eitt skeið í grafikki á kvøldskulanum. Hetta var í 2002:

- Tað var sum at vakna av nýggjum. Tað var eitt satt uplivilsi, at man kundi gera list uppa hendan mátan.

Til Danmarkar at beina veg fyri listarligu ambitiónunum
Listarliga hugin, hevur Árni Nicolajsen altíð havt. Tá hann umsíður, eftir at vera blivin uppsagdur, hevði savnað sær mót til tess, gjørdi hann av at fara til Danmarkar at beina veg fyri listarligu ambitiónunum. Og fiskifrøðingurin, ið altíð hevur dámt væl at teknað og málað, segði við konuna, at nú skuldi hann verða listafólk.

Hann teknaði seg til eitt skeið á Odder Háskúla í eystur Jútlandi. Her var hann í tjúgu vikur og lærdi um film. Síðani tók hann eitt grundskeið á Medieskolerne í Viborg, og eftir hetta tók hann eitt eftirútbúgvingarskeið á Den Danske Filmskole, har hann millum annað lærdi um filmssøgu, og hvussu ein skrivar eitt handrit.

Árni Nicolajsen kom heim aftur, og var enn tungur í huga. Hann málaði eitt sindur, men gjørdi enn einki við film. Tá hann bleiv tveittur úr ALS, gjørdi hann av at fara til Fugloyar at arbeiða sum lærari. Sum frá leið, kendi hann seg einsligan, og eftir tvey ár, helt hann, at tíð var at fara heim aftur til konuna í Havn. 

Í 2012 tók hann seg veruliga um reiggj, og fekk hugskotið at gera ein heimildarfilm um listakvinnuna Ruth Smith, ið nettupp hevur frumsýning komandi sunnudag.

- “Eg má taka meg saman og gera okkurt við film. Eg má brúka tað, eg havi lært” Hugsaði eg fyri mær sjálvum,

Sigur Árni Nicolajsen.

Hugurin dregur til filmsframleiðslu
Hóast hugurin nú dregur til film, og hetta fyllir nógv, spøkir vísindaliga fortíðin:

- Man kann ikki gera alt, og eg eri 70 ár. Men eg havi so fingið ein lítlan bát, og kundi fyri so vítt fari undir at gjørt kanningar við notu inni við land.

Sigur Árni Nicolajsen, sum júst er liðugur at framleiða sín fyrsta heimildarfilm og umsíður kann kalla seg filmsleikstjóra. 

Hann vísir til orðatakið, at gamal kærleiki rustar ikki. Tað eru tó nógv ár siðani, Árni Nicolajsen starvaðist sum fiskifrøðingur á Havstovuni, og henda tíðin liggur honum fjar. Hvat framtíðini viðvíkur, hevur hann í hyggju at halda á fram við framleiðslu av heimildarfilmi og møguliga spælifilmi.

Í løtuni er hann í gongd við at gera ein film um útbúna skómakarin og sjálvlærda fiskifrøðingin, ið eisini var ein gávaður høvundur. Talan er um Jørgen Mikal Olsen (1912-1984), sum 72 ára gamal tók lívið av sær. Jørgen Mikal hevur ein son og tvær døtrar, sum so statt eru heimildarfólk av besta slag, og Árni Nicolajsen gleðist um nýggju verkætlanina: 

- Ambitiónirnar fyri at gera hetta til ein spælifilm eru til staðar, men eg veit enn ikki at siga, hvat tað verður til.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður