Kjak

Oddagrein: Óskiljandi drál

2018-11-09 08:19 Author image
Georg L. Petersen

Í farnu viku vóru vit vitni til, at samgonguflokkurin Framsókn leyp fram av við einum uppskoti um fiskidagar. Hetta gav samgonguni og landsstýrismanninum, Høgna Hoydal, ein frammaná, tí hann misti styrki í samráðingunum við vinnuna. Løgmaður hótti við nývali, um uppskotið ikki varð tikið aftur, so onkur mátti missa andlit. Eingin ynskti val, og tí sat Framsókn eftir við svartaperi eftir eitt sera illa umhugsað politiskt upplop.

At Framsókn leyp fram av kann vera eitt úrslit av, at tað hevur gingið serstakliga striltið at fingið nakað at vita um arbeiðið við eini umsitingarætlan og valinum millum fiskidagar og kvotur. Tað er sum um landsstýrismaðurin bølir á sínum uppskotum og bara ikki gerst liðugur. Ein fundur hevur verið við vinnuna, og tann næsti skal vera nú – men nú nærkast eisini eitt nýtt ár, og helst skuldi alt verið avgreitt rímiliga tíðliga í hesum árinum, so vinnan kann leggja til rættis fyri komandi ár.

Eitt hjartamál hjá Framsókn er júst vinnan, og tí man standa nógv á flokkinum, tá atfinningar koma frá vinnuni um landspolitikk, sum heldur leggur forðingar fyri vinnuna enn tað øvugta. Tað man svíða hart hjá einum liberalum flokki, sum vil blanda seg sum minst í hvat vinnan ger, og heldur lata hana mennast í fríari kapping við minst møguligari uppíblanding av tí almenna.

Framsókn hevur verið lagdur undir at føra ein vinstravendan politikk saman við Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum. Tað er líka sum vorðin forteljingin av politikkinum hjá samgonguni, sum í veruleikanum er beint tað øvugta av øllum tí sosialisma stendur fyri, nevniliga frí kapping í víðastu merking umvegis uppboðssølu. At tað so gjørdist ein løgin blanding av øllum, við menningarkvotum omaná, var neyvan nakrantíð ætlanin og hóvaði neyvan Framsókn ella hinum floksformonunum, men var eitt úrslit av innanhýsis telving, har einstøk tingfólk megnaðu at seta síni persónligu fingramerki. Tað ber neyvan til at seta nakað politiskt skjaldramerki á loysnina, sum gjørdist eitt løgið klútateppi, sum tey fægstu skilja nakað av.

Og so hetta óskiljandi drálið móti endanum – tað er væl skiljandi, at onkur leypur fram av viðhvørt.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður