Heimatíðindi

Bilurin løðast við hús

(Mynd: viaspar)

(Mynd: viaspar)

2018-12-06 20:24 Author image
Turið Justinussen

Teir mongu framkomnu el-bilarnir, sum komandi árini fara at prýða landsins vegir og eira umhvørvið, skulu løðast við hús

Í løtuni eru átta skjótløðistøðir í Føroyum; ein er á Norðskála, ein á Sandi, ein á Tvøroyri, ein í Klaksvík, ein í Runavík, ein í Vestmanna, ein á flogvøllinum og ein er í Havn.

Men sjálvt um vegirnir í Føroyum fara at ýðja í el-, brint- ella tílíkum umhvørvisvinarligum bilum, er ætlanin hjá SEV ikki at seta fleiri løðistøðir upp. Tað sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Ætlanin hjá SEV er nevniliga, at el-bilarnir fyrst og fremst verða løddir við hús, og tískil eru hesar skjótløðistøðir bert ætlaðar el-bilum, ið koyra long strekki ella av aðrari orsøk brádliga hava tørv á løðing. Battaríini í el-bilunum fara eitt nú eisini at halda longri.

- Enn er tað bert ein roynd, vit gera. Tað koma prísir á skjótløðistøðirnar innan stutta tíð, sigur Hákun Djurhuus við Dimmalætting.

Talið skal vera hægri

El-bilar eru framtíðin, og framtíðin er nær. Tó eru el-bilar enn ikki ein so framráðin gerandismynd í ferðsluni:

- Í løtuni eru bert 87 el-persónbilar, og talið skal verða væl hægri, áðrenn tað ber til at greina tørvin og fáa samstarvsavtalur upp í lag, sigur Hákun Djurhuus samanumtikið.

Samstundis heldur Hákun Djurhuus at Magn- og Effostøðirnar, sum veita bilum brennievni, sjálvsagt áhaldandi fara at vilja halda uppá hesar kundar. Hann vísir í hesum sambandi á, at marknaðurin er fríur, og tískil kann ein og hvør ogna sær eina løðistøð og keypa streym frá SEV.

Savnaða talið av persónbilum var 1. desember í ár 24.805 sambært hagtølum hjá Akstovuni. Av hesum eru tilsamans 98 el-akfør, og av hesum 98 eru 87 el-persónbilar, sjey el-prutl, tveir el-vøruvognar, ein el-motorsúkkla og ein el-hýruvognur.

Les eisini: Framtíðar bensinstøðir: Uppgávan tann sama

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður