Nógv fýrverk verður skotið nýggjársaftan, og hóast skaðatilburður hava verið undanfarnu árini, bendir alt á, at fólk nú eru munandi meira fyrivarin - Landsins skaðastovur boða allar frá, at í ár vóru eingir persónsskaðar orsakað av fýrverki, sum kravdu bráðfeingishjálp
- Eingin skaði orsakað av fýrverki er skrásettur á skaðastovuni. Kanska summi eru endaði hjá kommunulæknanum, men eingin er komin inn her, sigur skrivari á skaðastovuni í á Landssjukrahúsinum við Dimmalætting og leggur afturat:
- Børn eru í brillum, og tað ger heilt vist mun.
Skaðatilburðir hava somuleiðis heldur ikki verið á hvørki á Suðuroyar ella Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í Klaksvík, vóru boðini hesi:
- Tað vóru nakrir skaðar, onkur hevði til dømis brent seg, men eingin skaði var orsakað av fýrverki. Fyrr komu fólk inn, ið høvdu hildið rakettunum í hondunum, sum síðani vóru brustnar. Tað síggja vit ikki longur. Í fjør kom ein tó inn á skaðastovuna, sum var vendur aftur til eitt fýrverk, sum síðani var brostið upp í kjálkan.
Á Suðuroya Sjúkrahúsið, vóru heldur ongar fráboðanir um skaðatilburðir orsakað av fýrverki:
- Hini árini, hevur okkurt verið, men einki hevur verið í ár. Eitt nú var ein eygnaskaði í fjør.
Tv2.dk skrivar, at 255 skaðatilburðir higartil eru skrásettir á skaðastovunum kring Danmark.