Heimatíðindi

Hoydalar í bíðistøðu

2019-01-05 16:38 Author image
Sigmund Vang

Nær við eitt hálvt ár aftaná, at Glasir flytti úr Hoydølum, standa bygningarnir í Hoydølum tómir. Fimm mánaðir uttan virksemi her hava ikki havt góða ávirkan. Nógv bendir á, at tað fer at taka tíð, áðrenn Hoydalar aftur kunnu takast í nýtslu

Tað er Tjóðsavnið og Listafólkasamband Føroya, LISA, sum í felag skulu brúka Hoydalar í framtíðini. Men framvegis er tað ein langur vegur at ganga, áðrenn økið aftur kann takast í nýtslu. Stovnarnir báðir bíða eftir viðgerðini í Mentamálaráðnum.

– Vit eru komin har til, at vit eru í samráðingum. Men ongar avtalur eru undirskrivaðar enn, greiðir Marita S. Dalsgaard, forkvinna í LISA, frá.

– Ein long røð av avtalum skal undirskrivast. Alt tað løgfrøðiliga og allar tryggingaravtalur mugu vera í ordan, og sjálvandi má tað vera klárt, hvussu nógv hetta fer at kosta, fyrr enn ein sáttmáli kann gerast, sigur hon.

Í sambandi við, at Glasir skuldi flyta úr Hoydølum til nýggja skúlabygningin í Marknagili, gjørdi Mentamálaráðið eina hugskotskapping. Spurningurin var, hvat Hoydalar skuldu brúkast til í framtíðini. Tjóðsavnið og Listafólkasamband Føroya, LISA, vunnu hesa kapping. Heldur enn tær báðar ætlanir, ið hvør felagsskapur framdu, blivu ætlanirnar settar saman til eina loysn.

– Nú hevur tað týdning, at verandi bygningar fyllast við lívi og menniskjum; við úteftirvendum og almentgagnligum virksemi, segði landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, í sambandi við kunngerðina um, hvørji hugskot skuldu gerast veruleiki. Hoydalar skulu gerast mentanarmiðdepil.

Nú, skjótt eitt hálvt ár eftir at alt virksemi flutti úr Hoydølum, og meira enn hálvtannað ár eftir at hugskotskappingin um, hvat økið skuldi brúkast til, varð boðin út, er lítið hent í Hoydølum.

Lesið meira HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður