Heimatíðindi

Barnaverndarstovan: "Ynskið er at hava nokk av fosturfamiljum"

(Mynd: visualhunt.com)

(Mynd: visualhunt.com)

2019-01-10 16:10 Author image
Turið Justinussen

Børn velja ikki sjálvi korini, tey vaksa upp undir, og viðhvørt er tørvur á at bøta um hesi kor - Framvegis er stórur tørvur á forstuforeldrum, ið kunnu fostra útsett børn í longri ella styttri tíð

Hagtølini fyri farna ár eru enn ikki tøk, men um árslok 2017 vóru 86 børn, ið er eitt rímiliga støðugt tal, til fosturs í Føroyum, og síðan Barnaverndarlógin, sum millum annað umrøður Fosturforeldraskipanina, kom í gildi 1. januar 2006, hevur Forsturforeldraskipanin, sum Barnaverndarstovan umsitur, støðugt søkt eftir fosturforeldrum.

[object Object]

Í løtuni eru áleið 90 fosturfamiljur í Føroyum, men tørvur er framvegis á fleiri, serliga í Havn.

- Vit hava altíð tørv á nýggjum, góðum fosturforeldrum, sigur Oddbjørg Balle, sálarfrøðingur og leiðari á Barnaverndarstovuni, og leggur afturat, at sum heild er tørvurin á nýggjum fosturforeldrum støðugur, millum annað, tí at fosturforeldur allatíð, vegna aldur, fara úr skipanini.

- Ynskið er at hava nokk av fosturfamiljum at velja ímillum, tí so er tað lættari at finna eina fosturfamilju, ið hóskar til tørvin hjá tí einstaka barninum.

Fosturforeldraskipanin á Barnaverndarstovu Føroya fær upplýsingar frá barnaverndartænastunum um barnið, og hvønn tørv barnið hevur, og skal so finna ta røttu familjuna til barnið.

- Er talan um eina barnríka fosturfamilju, fáa tey nokk illa tikið ímóti fleiri systkjum. Atlit verða eisini tikin til staðbundin vinarsambond og -trivna hjá barninum, so tað eitt nú ikki noyðist at skifta skúla ella stovn, greiðir Oddbjørg Balle Dimmalætting frá. 

[object Object]

At gerast fosturforeldur
Barnaverndarlógin, ið umrøður fosturforeldraskipanina, ásetur greitt, nær eitt barn kann setast heilt ella partvís til fosturs. Áðrenn ein familja verður góðkend sum fosturfamilja, verða foreldraførleikar og familjuviðurskifti kannað. Eitt nú skal revsiváttanin vera rein og heilsustøðan góð. Fíggjarstøðan og bústaðarumstøðurnar skulu somuleiðis vera í lagi.

Fosturfamiljan skal vera sinnað at samstarva við bæði foreldrini at barninum, ið varðveita foreldramyndugleikan, og við umsitingina. Hon skal vera opin fyri vegleiðing, supervisjón, eftirlitsvitjanum og skeiðsluttøku.

- Tá eitt barn flytir inn, fylgja vit upp uppá trivnaðin hjá barninum og hjá fosturforeldrunum í nýggja leiklutinum. Vit koma á heimavitjan einar tvær ferðir árliga og veita annars sparring og vegleiðing, er tørvur á tí.

Oddbjørg Balle greiður frá, at eisini verður skipað fyri eini samrøðu, har tosað millum annað verður við møguligu fosturfamiljuna um trivnaðin hjá teirra egnu børnum - eitt nú um avbjóðingar hesum viðvíkjandi, og hvussu hesar verða handfarnar.

Tað er ymiskt, hvussu long tíð gongur frá tí degi, ein familja er góðkend til hon tekur ímóti einum barni, annaðhvørt til umlætting ella fosturs.

- Í miðstaðarøkinum kann tað ganga skjótt, tí har er tørvurin størstur, sigur Oddbjørg Balle.

[object Object]

Fosturheim við hjartarúmi
- Sum heild, riggar tað væl hjá familjunum, ið hava eitt barn ella fleiri til fosturs. Tað er sjálvandi onkuntíð, at tað ikki riggar heilt sum tað skal, sigur Oddbjørg Balle, vitandi um, at er ein stór og avbjóðandi uppgáva at taka eitt barn til sín.

- Tað er heilt fantastiskt, at fólk velja at gerast fosturforeldur. Tey opna sítt heim og taka eitt barn til sín og fostra tað sum teirra egna. Eisini við atliti til, at tað møguliga ikki er varandi, sigur Obbjørg Balle.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður